Innflutningurin fyri fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og bólkinum "maskinur og onnur útgerð".
Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.589,6 milliónir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 150,5 milliónir krónur meira, sum er 23,9 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 159,3 milliónir krónur, ella 23,3 prosent.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – oktober 2022/2023
januar – oktober | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022 | 2023 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 10.554,3 | 10.107,4 | -446,9 | -4,2 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 9.352,8 | 8.869,1 | -483,7 | -5,2 |
Til hav- og landbúnað | 684,7 | 844,0 | 159,3 | 23,3 |
Rávøra til fiskavirking | 628,2 | 778,7 | 150,5 | 23,9 |
Til byggivirki | 869,9 | 794,2 | -75,8 | -8,7 |
Til aðra framleiðslu | 2.088,6 | 1.904,1 | -184,5 | -8,8 |
Maskinur o.o. útgerð | 897,2 | 781,8 | -115,3 | -12,9 |
Brennievni o.t. | 2.051,4 | 1.589,6 | -461,8 | -22,5 |
Bilar o.o. flutningsfør | 470,3 | 468,0 | -2,3 | -0,5 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.662,4 | 1.708,8 | 46,4 | 2,8 |
Skip, flogfør o.t. | 1.201,5 | 1.238,3 | 36,8 | 3,1 |