Veðurstova Føroya: Forsagnirnar hava seinastu vikuna verið ójavnar um, hvussu veðrið verður í Føroyum fyrst í komandi viku. Men tað er vorið alsamt meira greitt, at tað verður illveður um okkara leiðir í kvøld og fram til og við fyrrapartin mánadagin.
Vit kunnu vænta okkum storm av vestri í kvøld, har ið miðalvindurin um okkara leiðir verður upp í 25 m/s við hvirlum upp í ódn, t.v.s. omanfyri 32,6 m/s. Sum forsagnirnar síggja út í løtuni, so verður vindurin eitt vet minni enn í storminum, sum vit høvdu týsdagin í farnu viku.
Tó er tað framvegis nógvur vindur, og er vestan ella útsynningur-vestan skaðaætt har, ið ein er staddur í kvøld, so er at vera varin. Hóast Veðurstovan er í vikuskifti, so fara vit at fylgja gongdini í veðrinum so frætt sum til ber.
Men hvaðani kemur hesin stormurin? Myndin niðanfyri vísur okkum, at í gjár lá eitt markant brúgvalag við amerikonsku eysturstrondini ímillum heitu luftina yvir Atlantshavinum og køldu luftina yvir Kanada og norðara partinum av USA. Eitt lágtrýst haðani er í gjár farið at dýpast og fer í ein landnyrðing fram við jetstreymunum í hæddini. Hetta lágtrýstið dýpist tvørturum Atlantshavið, áðrenn tað fer beint norðurum okkum í kvøld.
Hetta lágtrýstið møtir einum øðrum lágtrýst á leiðini til Føroya, tí í løtuni er stormur beint vestanfyri Kappan. Flestu forsagnirnar peika nú á, at hetta stormlágtrýstið vestanfyri Kappan fer at býta seg í tvey, og at onnur helvtin flættar saman við okkara stormlágtrýsti beint eystanfyri Kappan.
Dagurin í dag byrjar við, at ein hitabrúgv fer framvið okkum við nakað av regni, og vit fáa útsynning hesa tíðina. Seint seinnapartin ella í kvøld fer kuldabrúgvin framvið, og tá kunnu vit vænta, at hvirlurnar koma. Hann fer at vaksa um vindin til 20-25 m/s og fer spakuliga upp í útsynning-vestan seinni mánanáttina og á morgni upp í vestan.
Vit fylgja gongdini í hesum lágtrýstinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald