Mentan

Ikki síðani 2004 hava fleiri grindahvalir lagt beinini sama dag

Í gjár var grind hildin til bæði í Vestmanna og á Leynum. Fólk ið vóru stødd í bátum norðanfyri Slættanestanga í gjár søgdu beinavegin, at talan var um fleiri 100 hval, helst millum 700 og 1000 hval, og talan var bæði um grindahval og springarar, sum gingu í fleiri bólkum.

2023-06-15 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eydnaðist at fáa springarnar burturúr, og var ein grind hildin til í Vestmanna, sum taldi 266 hval. Tá ið grindin ið Vestmanna hevði lagt beinini, var aftur boðað frá grind norðanfyri Slættanestanga, og var hon hildin til á Leynum. Seinna grindin ið legði beinini taldi 178 hval.

Eftir at stóra grindin legði beinini í gjár hava vit hugt á heimasíðuna heimabeiti.fo, sum skrásetur m.a. alt um grind í Føroyum.

Hugt hevur verið eftir teimum døgunum har fleiri enn 200 hval hava lagt beinini sama dag.

Vit hava hugt frá 1976 fram til dagin í dag. Vit kunnu skjótt staðfest við tølunum frá heimabeiti.fo, at tað ganga nú longri ímillum at fleiri enn 200 grindahval leggja beinini sama dag, men hesi seinnu árini er tað ofta komi fyri, at nógvir springarar leggja beinini sama dag.

Ikki síðani 2004 hava fleiri grindahval lagt beinini enn í gjár. Tað var tá ið grind var hildin til í Bø tann 08. Juni í 2004 tá ið 445 hval løgdu beinini. Í gjár løgdu 444 hval beinini.

Um hugt verður longur aftur, so legði ein grind beinini í Miðvági tann 29. Juni í 1994, hon taldi 666 hval.

Nevnast kann eisini at 16. juli í 1992 løgdu fýra grindir beinini. Tað var í Bø, Miðvági, Vestmanna og Leynum. Tær taldu tilsamans 657 hval.

Ár



1976DatoStaðHvalSlag

12/09/1976Bøur228Grindahval





1977DatoStaðHvalSlag

19/09/1977Fámjin208Grindahval





1978DatoStaðHvalSlag

28/08/1978Hvalba339Grindahval

21/10/1978Miðvágur321Grindahval





1979DatoStaðHvalSlag

09/08/1979Húsavík208Grindahval

17/08/1979Trongisvágur338Grindahval

25/08/1979Fámjin233Grindahval

22/10/1979Klaksvík280Grindahval





1980DatoStaðHvalSlag

18/07/1980Klaksvík355Grindahval

15/08/1980Norðskála228Grindahval

04/09/1980Fámjin99Grindahval

04/09/1980Húsavík449Grindahval

14/09/1980Bøur308Grindahval

20/09/1980Fámjin219Grindahval





1981DatoStaðHvalSlag

27/06/1981Tórshavn226Grindahval

02/07/1981Hvannasund114Grindahval

02/07/1981Fámjin219Grindahval

31/07/1981Tórshavn205Grindahval

18/08/1981Norðskála427Grindahval

28/08/1981Norðskála387Grindahval

29/08/1981Hvalba500Grindahval





1982DatoStaðHvalSlag

18/06/1982Miðvágur334Grindahval

25/07/1982Sandur278Grindahval

23/08/1982Norðskála83Grindahval

23/08/1982Bøur233Grindahval

27/09/1982Hvalba644Grindahval





1983DatoStaðHvalSlag

24/07/1983Leynar273Grindahval

07/09/1983Hvalba208Grindahval

24/09/1983Bøur225Grindahval





1984DatoStaðHvalSlag

25/02/1984Hvannasund261Grindahval

10/05/1984Tórshavn347Grindahval

07/06/1984Vágur98Grindahval

07/06/1984Fámjin211Grindahval





1985DatoStaðHvalSlag

27/06/1985Klaksvík152Grindahval

27/06/1985Sandur109Grindahval

26/06/1985Fámjin139Grindahval

11/07/1985Hvalba338Grindahval

16/08/1985Miðvágur277Grindahval

05/09/1985Tórshavn235Grindahval

14/10/1985Hvalba159Grindahval

14/10/1985Gøta122Grindahval





1986DatoStaðHvalSlag

11/09/1986Sandur204Grindahval





1987DatoStaðHvalSlag

10/04/1987Tórshavn225Grindahval





1989DatoStaðHvalSlag

05/01/1989Hvalba201Grindahval

10/12/1989Hvannasund224Grindahval





1990DatoStaðHvalSlag

13/07/1990Vágur144Grindahval

13/07/1990Trongisvágur211Grindahval





1992DatoStaðHvalSlag

16/07/1992Bøur62Grindahval

16/07/1992Vestmanna55Grindahval

16/07/1992Miðvágur199Grindahval

16/07/1992Leynar341Grindahval





1994DatoStaðHvalSlag

02/05/1994Hvalba272Grindahval

29/06/1994Miðvágur666Grindahval





1996DatoStaðHvalSlag

26/06/1996Leynar243Grindahval

29/06/1996Miðvágur270Grindahval

30/08/1996Sandavágur228Grindahval





1998DatoStaðHvalSlag

15/07/1998Hvalba251Grindahval

22/09/1998Trongisvágur219Hvítskjórutir springarar





2000DatoStaðHvalSlag

30/08/2000Hvannasund246Grindahval

30/08/2000Vágur186Hvítskjórutir springarar





2001DatoStaðHvalSlag

21/09/2001Hvalba325Hvítskjórutir springarar





2002DatoStaðHvalSlag

14/09/2002Vágur280Hvítskjórutir springarar





2004DatoStaðHvalSlag

08/06/2004Bøur445Grindahval

08/09/2004Klaksvík291Hvítskjórutir springarar

09/10/2004Tórshavn242Grindahval





2005DatoStaðHvalSlag

12/08/2005Fuglafjørður271Hvítskjórutir springarar





2006DatoStaðHvalSlag

08/08/2006Klaksvík327Hvítskjórutir springarar

26/08/2006Hvalba223Hvítskjórutir springarar





2007DatoStaðHvalSlag

27/08/2007Tórshavn231Grindahval





2010DatoStaðHvalSlag

19/07/2010Klaksvík228Grindahval





2011DatoStaðHvalSlag

28/05/2011Syðrugøta204Grindahval





2013DatoStaðHvalSlag

30/07/2013Fuglafjøður267Grindahval

13/08/2013Húsavík135Grindahval

13/08/2013Hvalba430Hvítskjórutir springarar





2015DatoStaðHvalSlag

23/07/2015Bøur111Grindahval

23/07/2015Tórshavn142Grindahval





2017DatoStaðHvalSlag

25/09/2017Skálafjørður219Hvítskjórutir springarar





2018DatoStaðHvalSlag

11/09/2018Hvalvík210Hvessingar





2020DatoStaðHvalSlag

15/07/2020Hvalba252Grindahval

15/07/2020Hvalba35Hvítskjórutir springarar





2021DatoStaðHvalSlag

12/09/2021Skálafirði1423Hvítskjórutir springarar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder