Ítróttur

Ikki lætt ímóti Lettlandi

Silver League, menn: Lettland – Føroyar 3-0 (25-11, 25-15, 25-10)

2023-06-11 14:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Tað var eitt skert føroyskt lið, sum var farið til Lettlands at spæla seinasta dystin í Silvurliguni, har fleiri avboð vóru vegna próvtøku, og hetta sæst helst aftur á úrslitinum frá dystinum í gjár, sum var væl lakari enn í heimadystinum fyri viku síðani, tá Føroyar fingu 17, 16 og 16 stig í teimum trimum settunum – tilsamans 13 stig fleiri enn hesa ferð. Haraftrat hevði venjarin Boban Ilic boðað frá, at hann eisini fór at brúka nógvar av teimum ungu og óroyndu leikarunum. Hetta skuldi síggjast sum ein íløga í framtíðina, sum kanska kostar nøkur stig her og nú, men sum eftir ætlan skal bera ávøkst í framtíðini.

Føroyar fylgdu so dánt við fyrstu løtuna, men frá 10-5 tvífaldaðist munurin aftur og gjørdist 20-10, áðrenn Lettland vann 25-11.

Annað sett var tað frægasta, og serliga ímóti endanum pyntaðu Føroyar upp á tølini og vunnu annan hvønn bólt frá 20-11 og klóraðu seg upp á 15.

Í triðja setti var føroyska liðið skjótt aftanfyri 1-8, men kom tó væl afturíaftur og minkaði um munin til 7-12. Góða løtan sæst tó ikki so væl aftur í settúrslitinum, tí Føroyar taptu teir síðstu 8 bóltarnar á rað og settið 25-10.

Aftur hesa ferð var tað Hjørtur Joensen, sum vann okkum flest stig við sínum fimm vinnarasmassjum og eina blokki, og hann varð eisini valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.

Kl. 16 í dag spæla føroysku kvinnurnar sín fyrsta útidyst í Silvurliguni, tá tær møta Portugal í Viana do Castello.

Portugal er nógv sterkasta liðið í bólkinum, og dystin í Føroyum fyri viku síðani vann Portugal 3-0 (25-10, 25-11, 25-8)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder