Vinna

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar.

2024-06-21 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

ICES mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2025 kann vera í mesta lagi 18.966 tons í ICES øki 27.5b6a, sum er í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Hetta er ein øking á 7% í mun til tilmælið fyri 2024. Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir ICES til, at veiðan fyri brosmu lækkar 11% í mun til tilmælið fyri 2024 og fyri blálongu hækkar tilmælið 2%. Tilmælið fyri svartkalva lækkar 9%, meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 14%.

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2025. Tilgongdin seinastu árini hevur verið óvanliga lítil og gýtingarstovnurin er tí farin undir niðasta vandamark (Blim), sum er 9.340 tons. Veiðustýstið er framvegis høgt. Hetta er tí ein álvarsom støða fyri longuna undir Føroyum.

Nýggju tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Havstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder