Havstovan: Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.
Toskur á Landgrunninum
Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2025 er 2.848 tons.
Í nýggjastu stovnsmetingini eru tekin um bata í mun til undanfarnu tvey árini, tá ICES mælti til ongan toskafiskiskap á Landgrunninum. Við hóskiligum fiskiskapi er væntandi, at stovnurin kemur upp um minstamarkið fyri gýtingarstovnin í 2026.
Toskur á Føroyabanka
Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2025 er 575 tons.
Hetta er ein munandi hækking samanborið við tilmælið fyri 2024, sum var 78 tons. Hækkingin kemst av, at yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vísa týðilig tekin um, at stovnurin er komin fyri seg.
Hýsa
Tilmælið fyri hýsu í 2025 er 12.204 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2024.
Í 2018 kom hýsustovnurin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, og hýsustovnurin hevur verið á miðalstøði síðani. Tað eru ábendingar um, at árgangurin frá 2023 er yvir miðal.
Upsi
Tilmælið fyri upsa í 2025 er 24.281 tons, sum er ein hækking upp á 58% í mun til tilmælið fyri 2024. Hendan hækkingin kemst av størri tilgongd síðstu árini.
ICES tekur fyrivarni fyri í tilmælinum fyri tosk og upsa, at rannsóknarskip og reiðskapur ikki er tey somu áðrenn og eftir 2021.
ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald