Vinna

ICES mælir til onga toskaveiðu á Landgrunninum

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

2022-11-29 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini. Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini og ikki, sum vanligt, á hvørjum ári.


ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er ein øking á 37% í mun til tilmælið fyri 2022. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Nýggjastu framskrivingarnar geva tó ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.


ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 kann vera í mesta lagi 17.843 tons. Hetta er ein minking á 52% í mun til tilmælið fyri 2022. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildið.


ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at tað er mælt til at fiska tosk á Føroyabanka. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka.


Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.


Toskur á Landgrunninum


Hýsa


Upsi


Toskur á Føroyabanka


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder