Vinna

Íbúgvaratalið í Sandavági farið upp um 1000 fólk

Lægsta íbúgvaratalið í Sandavági, í nýggjari tíð, var í 1997, tá tað búðu 662 fólk í Sandavági.

2022-09-09 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fólkatalið í Sandavági er pr. 9. september farið upp um 1000 borgarar. Nógv nýtt er bygt í Sandavági seinastu 20 árini eftir at Vágatunnilin lat upp, har ein nýggjur býlingur er komin norðuri í Sørpum.

Lægsta íbúgvaratalið í Sandavági, í nýggjari tíð, var í 1997, tá tað búðu 662 fólk í Sandavági. Síðan tá hevur verið ein javnur fólkavøkstur fram til 2008 tá íbúgvaratalið kom upp á 800 borgarar.

Uppá 10 ár, frá 2008 og fram til 2018 vaks fólkatalið við 100 fólkum, og kom tá uppá 900 fólk. Men seinastu 4 árini er vøksturin frá 2018 til 2022 eisini vaksin við gott 100 borgarum, soleiðis at pr. 9. september 2022 er talið komið uppá 1003 borgarar. Sostatt hava ongantíð búð so nógv fólk í Sandavági sum tað ger í dag.

Tilsamans búgva 2177* fólk í Vága kommunu, sum telur bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág, og er fimt størsta kommunan í landinum.

*Talið er frá juli 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder