Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum og eru fleiri nýggj hús komin har, og fleiri eru ávegis. Hettar merkir, at um stutta tíð er ein heilt nýggjur býlingur komin.
Økið er slætt, og útsýnið er heilt framúr gott. Ein sær alt - heilt av Glyvrum til Tórshavnar.
Eftir at Skálafjarðartunnulin lat upp, er Strendur blivin partur av miðstaðarøkinum og tekur tað nú bara 10 min. at koyra til Hoyvíkar og 5 min. til Runavíkar.
Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.
Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.
Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina.
Arbeiðið byrjar beinanvegin og verða fyrstu íbúðirnar klárar at flyta inn í á páskum 2025.
Meira fæst at vita um íbúðirnar á heimasíðuni hjá Mekon - www.mekon.fo
Sjóvar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald