Vinna

Í skrivandi stund liggja russisk skip og umskipað á makrelfeltinum

Í kvøld segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, at russisku skipini bunkrað og umskipað norðanfyri føroyska markið.

Mynd: Fishfacts

Mynd: Fishfacts

2023-08-01 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Hetta plagdi annars at fara fram í Runavíkar Havn og øðrum havnum við.

Tað áhugaverda við hesum er tó, at frakskipini koma framvegis til Føroyar, men tey leggja sjáldan at við bryggju, men liggja sum oftast í Nólsoyarfirði og bíða eftir boðum.

Tá fiskiskipini eru klár, sigla fraktskipini norður um føroyska markið, og taka síðani ímóti.

Um tú kanst umskipað fisk, kanst tú nokk eisini sigla við vørum og tænastum.
Føroyskar fyritøkur, bæði stórar og smáar, plagdu at taka sær av hesum, tá fiskiskipini umskipaðu í Føroyum.

Men orsakað av stongslinum, eru tað helst útlendskar fyritøkur, sum taka sær av hesum ístaðin.

Tað skrivar Hanus Samró á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder