Kvívík.fo:
Kristian Martin Elmelund Kjærbæk, sum býr í Sandavági, men hevur tøtt ættarbond í Kvívík, byrjaði í læru í februar. Edvard Petersen, sum býr í Leynum, byrjaði í læru í mai. Edvard hevur verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu síðan 2017.
Kvívíkar kommuna ynskir at vera við til at útbúgva starvsfólkið. Kommunan hevur fleiri bygningar og maskinur at røkja, tí hevur Kvívíkar kommuna valt at seta lærlingar á hesum øki.
Sum húsavørðir koma teir millum annað at arbeiða við viðlíkahaldi av bygningum og maskinum í kommununi, heilt av Skælingi og út á Válin. Eisini verða smærri málara-, elektrikara-, og hvs- uppgávur at halda. Kvívíkar kommuna leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving, og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, og harav eru nakrar vikur á tekniskum skúla í Danmark.
Lærumeistarar eru Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri og Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari.
Útbúgvingin sum húsavørður gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað, so sum byggifrøðing og byggiteknikara o. a.
Kvívíkar kommuna ynskir Kristian Martini og Edvardi vælkomnar í starvsfólkahópin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald