2022-07-28 09:05

Talan var um ein sera spennandi dyst, ið endaði við einum 4-3 sigri til politikkarnar.
Fólkaflokkurin var væl umboðaður á liðnum. Christian var tryggur aftasti skansi í málinum, har hann hevði fleiri góðar bjargingar, harímillum bjargaði hann eitt brotsspark. Sólvit var generalur og uppruddari í verjuni, meðan Beinir var í álopinum, og skeyt hann eitt av málunum. Løgtingsformaðurin (Jógvan) var venjari á liðnum, og stýrdi hópinum við harðari hond, júst sum í løgtingsalinum.
Um tit ynskja at stuðla Beranum, so ber tað til við at flyta eina peningaupphædd á konto: 9181 5126446
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald