2023-06-18 14:54
Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Tað slepst inn í flestu húsini, í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.
Hvalastøðin er opin hvønn leygar-og sunnudag til og við 13. august frá kl. 10 til kl. 17.
Rundvísing verður 3 ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15.
Les meira um hvalastøðina niðanfyri. Tað ber eisini til at fylgja við á okkara Facebook síðu Hvalastøðin við Áir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald