Politikkur

Í dag fagna vit fólkaræðinum, og valið - og valdið - er títt

Hvussu vit ynskja at raðfesta og útbyggja kommununa stendur nú aftur opið.

2024-11-12 12:48 Author image
-
placeholder

Vit vilja nógv, men vit kunnu ikki alt.

Politikkir snýr seg í stóran mun um at slóða fyri og at fáa onnur við. Tað er ikki altíð lætt, onkuntíð hava vit verið ov framfýsin, aðrar tíðir ikki nokk.

Hjarta mítt brennur fyri hesi kommunu, fyri hvørjum einasta borgara, og fyri tí komandi ættarliði. Tað er okkara felags ábyrgd at byggja eitt samfelag, har øll kunnu trívast – børn, ung, vaksin og eldri.

Politikkur handlar um hjarta og áhaldni; um at síggja tað stóra málið, men eisini smálutirnir, sum mynda hvønn dag hjá okkum øllum.

At verða ein partur av kommunustýrinum er eitt serstakt álitisstarv. Tað er ein møguleiki at gera mun, at skapa ein betri gerandisdag fyri øll, og at tryggja, at røddirnar, sum ofta ikki hoyrast, fáa eitt pláss í raðfylgjuni av avgerðum, sum verða tiknar. Tað er í hesum arbeiðinum, at ein kennir tann sanna týdningin av at vera partur av eini felagsskapandi visjón – eini kommunu, sum stendur saman og leggur í allar bygdirnar, ið mynda hana.

Mítt stutta politiska lív hevur lært meg at bera míni mál við áhaldni og trúfesti. Tað hevur ikki altíð verið lætt, men hvør avbjóðing hevur verið ein møguleiki at styrkja mítt ynski um at gera nakað gott fyri øll. Eg havi staðið í stríðum, sum krevja mest, men tað vóru eisini júst tey, ið hava givið mær innlit og eyðmjúkheit.

Eg havi roynt at sagt tingini á røttum stað, og altíð grundgivið fyri míni politisku støðutakan. Tað vil eg framhaldandi gera.

Eg føli veruliga, at mín rødd hevur verið við til at tryggja, at ungómurin og barnafamiljurnar hava verið hoyrdar hesa setuna, og at avgerðir verða tiknar við teirra sjónarmiðum í huga.

Sum politikari hevur tú skyldu til eisini at lurta eftir teimum, sum ikki rópa harðast. Og tú mást eisini rúma teimum, sum tú ikki ert samdur við.

Tað er fleiri mál, sum eg eri glað fyri, at eg havi verið við til at fingið ígjøgnum. Vónandi hava øll ikki gloymt potingarstøðina, ið vit settu upp tá korona herjaði - alt fyri at veita tænastu til okkara borgarar. Tað vísti seg bara at vera byrjanin!

Eg havi arbeitt hart fyri, at árliga játtanin til børn og ung, mentan, ítrótt og trivnað er hækkað fýra ár á rað.

Vit hava raðfest átøk inni á okkara góðu dagstovnum.

Vit hava fingið mannað eitt væl skikkað ungdómsráð, ið hevur givið býráðnum uppskot at arbeiða við, men týdningarmiklast koma tey nú til orðanna.

Vit hava sett á stovn frítíðarkortið FRIGG til øll børn og ung millum 5-18 ár í kommununi, soleiðis at tey hava atgongd til ókeypis frítíðarvirksemi, sum gevur teimum ein meira mennandi og fjølbroyttan gerandisdag.

Vit hava dagført vallirnar í kommununi, so umstøðurnar eru betri hjá ítróttinum.
Vit hava lækkað kommunuskattin trý ár á rað, soleiðis at allir okkara borgarir hava enn lættari við at fáa endarnar at røkka saman.

Vit hava hækkað barnafrádráttin.

Eg havi arbeitt fyri, at familjur skulu hava betri møguleika at sameina arbeiðslív og familjulív, eitt nú við betri tænastum hjá frítíðarskúlanum, ið nú hevur opið, tá ið skúlagongd ikki er. The list goes on..

Tá ið sitandi býráð kom inn og vit hittust fyri fyrstu ferð á sjálvum valdegnum, avtalaðu vit, at vit ikki fóru at arbeiða sum samgonga og anstøða, men at vit fóru til verka sum ein felags hópur til frama fyri alla kommununa. Tað hevur eydnast ógvuliga væl.

Eg eri sera glað um, at vit megnaðu, alt tað vit megnaðu. Men vit megna enn at gera nógv. Eg vil fegin hoyra tíni hugskot og hvat ið liggur tær á hjarta. Eisini um eg ikki fái tína atkvøðu í dag.

Tað einasta eg kann lova øllum, bæði mínum veljarum og ikki, er, at eg havi høvdið og hjartað við mær inn um býráðsgátt.

Men eg vil ikki standa í skuld til nakran eftir valið. “Jú, eg valdi teg, so tú mást gera hetta fyri meg!”

Allir borgarar hava krav upp somu viðferð, at verða hoyrd og at vit virða teirra sjónarmið. Kovboypolitikkur kostar ov nógv, bæði fíggjarliga og mentanarliga, í eini kommunu.

Eg ynski at arbeiða fyri tey málini, sum eg veruliga trúgvi uppá, so sel mær títt hugskot og eg skal arbeiða fyri tí.

Eg ætli mær at arbeiða fyri, at skattakrónurnar koma øllum borgarunum til góðar - uttan undantak. Eg vil arbeiða fyri eini sterkari samanlagdari kommunu, og fyri øllum bygdunum, ið mynda hana. Allar sum ein, á jøvnum føti.

Mín drívmegi er ikki valdið – tað er ynskið um at gera nakað varandi og gevandi fyri øll, sum liva her og fyri tey, sum einaferð vilja koma heim aftur til okkara kæru kommunu.

Eg havi børnini og tey ungu í huga; tey, sum ikki hava rødd í valinum, men sum eru okkara framtíð. Tað er mítt ynski at skapa eina kommunu, sum tey kunnu kenna seg heima í, líka mikið hvar teirra leiðir føra tey í dag.

Eg eri her fyri teg og tínar tankar – og sjálvt um eg ikki fái tína atkvøðu, vil eg enn hoyra, hvat tær liggur á hjarta.

Tað er saman, at vit kunnu byggja nakað heilt serligt fyri okkum øll.

Takk fyri hesu ferð!
Gott val øll somul
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder