2022-12-10 15:57
Men Vágatunnilin boðar frá:
Vágatunnilin 20 ár - frítt at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum frá 5. til 12. desember
Leygardagin 10. desember eru tað 20 ár síðan Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu. Í hesum sambandi verður frítt at koyra í eina viku í bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Hetta verður galdandi fyri øll akfør í tíðarskeiðnum frá mánamorgni 5. desember kl. 06.00 til mánamorgunin 12. desember kl. 06.00.
Sonni Jacobsen skrivar:
"It was 20 years ago today" syngja beatlarnir á Sgt. Peppers plátuni. Og tað eru eisini júst 20 ár í dag síðan at Vágatunnilin opnaði fyri almennari ferðslu 10.12.2002.
Tað var stórt hátíðarhald hildið við tunnilsmunnan, har talur vóru hildar, Vágakórið sang, Sørvágs Tónleikarafelag spældi, og snórurin varð skorðin.
Hartil var ein ovurstór træstamma gjørd, sum Elly á Løgmansbø og fleiri høvdu gjørt sera hegnisliga. Kakan kom eisini í føroysku metbókina 2005 í síni tíð.
Myndir: Sonni Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald