Politikkur

Í dag, 9. apríl, eru 85 ár liðin, síðani Danmark og Noreg vórðu hersett av Týsklandi

.

2025-04-09 21:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í dag, 9. apríl, eru 85 ár liðin, síðani Danmark og Noreg vórðu hersett av Týsklandi.
Innrásin byrjaði tíðliga á morgni – bæði á landi, úr luftini og á sjónum. Týsk herskip løgdu at bryggju í Keypmannahavn og settu hermenn á land á Langelinje og aðrastaðni á Sjællandi. Samstundis lendu týskir fallskermssoldatar við flogvøllin í Aalborg, eins og fleiri túsund týskir hermenn koyrdu yvir markið í Suðurjyllandi. Har royndu danskir hermenn at veita mótstøðu, hóast teir vóru bæði fáir í tali og vánaliga útbúnir í mun til innrásarliðið. Í bardøgunum lótu 16 danskir hermenn lív, og 23 vórðu særdur. Týska innrásarliðið taldi umleið 40.000 hermenn.
Innrásin í Noreg gekk minni væl. Norðmenn søktu stóra týska kryssaran Blücher í Oslofjørðinum, har nærum 1.000 týskarar lótu lív. Harumframt gjørdu teir álvarsligan skaða á annað týskt herskip. Hóast harða mótstøðu eydnaðist tað kortini týskarunum at fáa fótin fastan í Noregi, og umleið 100.000 týskir hermenn komu til landið gjøgnum næsta mánaðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder