Mynd 2 vísirr virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar. Tilfeingisvinnurnar undir einum koma við 16% av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 10% av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 6% frá aling.
Framleiðsluvinnurnar undir einum koma við 21% av virðisskapanini, til dømis kemur byggivinnan við 7% av samlaðu virðisøkingini.
Heili 63% av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 11% til samlaðu virðisskapanina í føroyska búskapinum.
Mynd 1 Bruttoviðriaøking 2021
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald