og fiskivinnuna og marknaðirnar kring heimin. Hugt verður eisini uppá framtíðarútlitini nú inflatiónin er methøg.
Gorjan Nikolik, leiðandi greinari innan matvøruframleiðslu í Rabobank í Hollandi. Gorjan fer at tosa út frá heitinum: “Market demands and consumer behavior on the salmon, seafood, and protein market”. Hann fer at hyggja nærri eftir marknaðinum fyri proteinir, sjómat og laks. Hvussu ávirka tey hvønn annan og hvussu er brúkara atferðin á hesum marknaðum.
Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og eigari av fyritøkuni Lóður.
Heiti á framløguni hjá Hera er: “Eru Føroyar viðkvæmar fyri broytingum?”
Heri fer at greiða frá hvussu rembingar hava ávirka føroyska búskapin og um tað ber til at siga nakað um útlitini.
Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar til fyrilestrarhaldararnar og at enda verður ein samanumtøka. Bergur Poulsen verður orðstýrari.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald