Vinna

Hvør verjir vanliga brúkaran

Í Føroyum hava vit lítið og einki, sum verjir vanliga brúkaran fyri monopolstøðum, sum kunnu fáa prísirnar til himmals. Bara seinastu vikurnar hava verið fleiri dømi um samanleggingar. Eitt nú verða Sheep og Rumbul handlarnir lagdir saman. Og so hevur Elding keypt Power.

2022-09-11 09:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Haraftrat hevur Kappingareftirlitið víst á, at vantandi kapping er millum oljufeløgini í Føroyum.


Eg havi hug at spyrja: Hvør verjir vanliga brúkaran?  

Vit hava eina ábyrgd at tryggja, at gerandisvørur og vørur, sum fólk flest hava tørv á, ikki eru óneyðuga dýrar. Og tað blíva tær, tá eingin kapping er. Tí undrar tað meg, at vit politiskt ikki hava sett okkum saman longu nú at finna fram til eina loysn, har brúkarin er vardur.

Serliga í hesum tíðum, tá vit kunnu vænta, at fleiri og fleiri húsarhald verða rakt av stórum príshækkingum.

Brúkaraumboðið er eitt fínt amboð, men heimildirnar eru avmarkaðar. Møguliga kann Brúkaraumboðið fáa fleiri heimildir. Hetta kann í øllum førum vera eitt upplegg, sum politiska skipanin kann kjakast um.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder