Í dag kann ein og hvør bjóða seg fram at standa fyri einari byggiverkætlan ella parti av henni (tó undantaki el-innleggjaravirksemi). Tað er ikki eitt krav fyri at bjóða seg fram at standa fyri einari verkætlan, at viðkomandi hevur ávísa útbúgving ella hevur royndir á økinum. Krøvini til bygging er herd seinastu tíðina, men eingi faklig krøv eru til førleikarnar hjá teimum, sum skulu útinna arbeiðið.
At keypa ella byggja eini hús ella íbúð, er størsta íløgan sum flestu føroyskir privatpersónar ella familjur gera í lívið teirra. Harumframt er oftast talan um sera stórar verkætlanir tá vinnuligir bygningar verða gjørdir, har feilir og manglar í byggingini kunnu hava álvarsligar avleiðingar.
Føroya Handverksmeistarafelag eftirlýsir eina skipan við løggilding, sum er grundað á sveinabræv, royndir og Meistaraútbúgving.
Í meðan bíða verður eftir løggilding fyri handverksmeistarar, eru her tvey amboð, sum kunnu nýtast, tá fólk fara undir at byggja. Tað fyrra er at nýta veitaraskránna til at finna hvør kann standa fyri verkætlanini. Hitt er at nýta brúkaraavtaluna, sum er eitt uppskot til standardsáttmála millum privatfólk og byggifyritøku.
Veitingarskráin
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, hevur Føroya Handverksmeistarafelag veitaraskrá, har tænastuveitarar innan ymisku handverksyrkini eru at finna. Umframt at tryggja at fyritøkurnar hava sáttmálaviðurskiftini í lagi, tryggjar felagið eisini at fyritøkan hevur útbúgvið fólk, sum hava fakliga ábyrgd. Hetta er sjálvsagt ikki nøkur endalig trygd fyri at verkætlanin kemur at eydnast, men tað besta útgangsstøðið, so leingi eingin løggilding fyri handverksmeistarar er.
Her er veitaraskráin at finna: https://www.industry.fo/radgeving/bygging/veitaraskra
Brúkaraavtalan
Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt eitt uppskot til sáttmála at nýta, tá avtala verður gjørd um smærri handverksarbeiði.
Endamálið við sáttmálanum er at geva brúkaranum og fyritøkuni/handverkaranum høvi til at gjøgnumganga arbeiðsuppgávuna fyri síðan at gera eina skrivliga avtalu. Ein gjøgnumgongd av arbeiðsuppgávunum, saman við tí skrivligu avtaluni, er við til at betra um møguleikarnar fyri at arbeiðsgongdin og tað endaliga úrslitið verða nøktandi fyri báðar partar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald