2023-03-31 11:50
Bjarni Djurholm:
Hvør fiskimaður breyðføðir átta pedagogar!
Hetta avdúkar Norðlýsið.
Fiskivinnan/sjómenn eru áhaldandi meira ella minni kriminaliseraðir, so hvørt sum páhaldið um fólksins ogn er farið undir húðina á mongum. At vinnan stjelur frá landinum/fólkinum. At hon er nassari.
So eftir hasi fatan er ikki meira enn rímiligt, at námsfrøðingar o.o. fáa sín sjálvsagda lut í sjálvsagdu afturberingini av stuldrinum.
Og so ikki at gloyma, at atkvøðufitilendið hjá námsfrøðingum og hinum fýra politiskt útvaldu bólkunum, sum nú fara at fáa sersømdir, teljast í túsundatali móti 800 sjómonnum, sum nú smoyggja sær í land - teir eru jú ein trupulleiki og ikki ein møguleiki fyri land og fólk.
At tørvur er á at gera lønar- og arbeiðsumstøðurnar hjá teimum sum ansa og røkta betri, eru flestu samd um, men miðvist áhaldandi at peika á ali- og fiskivinnuna sum skurkarnir í samfelagnum, er lítið annað enn skipaður missmunur móti summum fyri at tekkjast øðrum - javnbjóðist apartheid, sum flestu munnu taka frástøðu frá.
Nógv verður røtt um skilnaðin í londunum í Vesturheiminum, har londini er um at fara í tvíningar. Her hjá okkum er ikki mætari. Her er klovningurin kanska meira enn aðrastaðni settur í politiskt system, har størsti flokkur í Lægtinginum hevur sum aðalmál at frysta aðrar úti undir paroluni, at vera meira verdur, meira menniskjaligur - ja, umboða betri menniskjasýn enn annar/aðrir flokkar.
Tað boðar ikki frá góðum, men vil sum frálíður eggja til hatur millum fólk.
Vit góðu móti teimum minni verdu og órættvísu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald