Heiðurslønin sum ársins íverkseti verður latin á Ársins Íverksetaradegi tann 23. septembur 2022.
Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð frá tilnevningunum, sum koma inn. Í dømingini verður dentur lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.
Í fjør varð fyritøkan Breyðvirkið, kosin Ársins Íverkseti.
Á Ársins Íverksetaradegi í ár, verður sjóneykan sett á føroyska film- og filmsframleiðslu. Í tí sambandi verða millum annað fleiri áhugaverdir fyrilestrar, frá fólki úr føroysku filmsvinnuni. Harumframt kemur ein tann fremsti danski films- og produktionsleiðari, sjónleikari og handritahøvundur, at halda ein áhugaverdan fyrilestur.
Endaliga skráin fyri Ársins Íverksetaradag verður lýst seinni.
Freistin at koma við tilnevningum er á midnátt 12. septembur 2022.
Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald