Og í morgun bleiv orðið kosið ársins orð í Góðan morgun Føroyar. Tað er eisini eitt slag av staðfesting av, at undangongumaður mín sum formaður í Búskaparráðnum Fróði Magnussen raðfesti rætt, at Búskaparráðið skuldi gera eina dagførda greining av fíggjarpolitiska langtíðarhaldførinum. Frágreiðingin bleiv almannakunngjørd í januar í ár. Sí leinkjur niðast.
ALLÝSING: ALMENNA SKULDIN VEKSUR IKKI ÓSTÝRILIGA SKJÓTT
Ein fíggjarpolitikkur er langtíðarhaldførur, um tað almenna í alla framtíð kann varðveita núverandi tænastustøði uttan at hækka skattin ella fremja sparingar – hetta sjálvt um langtíðar avbjóðingar, so sum at fólkið livir longri, verða tiknar við í metingina.
Um fíggjarpolitikkurin ikki er langtíðarhaldførur, væntast almennu útreiðslurnar varandi at verða hægri enn inntøkurnar. Hetta fer at føra til vaksandi almenna lántøku, sum krevur nýskipanir fyri at bøta um fíggjarligu støðuna hjá tí almenna, antin við at hækka inntøkurnar ella minka útreiðslurnar. Hetta merkir, at verandi politikkur og skipan av vælferðarsamfelagnum ikki kann halda fram. Ein langtíðarhaldførur fíggjarpolitikkur merkir hinvegin, at almenna skuldin heldur seg á einum støðugum støði (sum partur av BTÚ) í longdini og ongantíð veksur óstýriliga skjótt.
Langtíðarhaldføri er sostatt ein fortreyt fyri, at vit í einum vælferðarsamfelag kunnu varðveita verandi tænastustøði frá tí almenna. At fáa langtíðarhaldføri er soleiðis eisini ein spurningur um at langtíðartryggja vælferðarsamfelagið.
LANGTÍÐARHALDFØRIÐ Á BREDDAN Í DANMARK
Sjálvur lærdi eg av álvara um hugtakið langtíðarhaldføri, tá eg á heysti 2000 fekk lestrarstarv á Danmarks Statistik í deild teirra, sum menti búskaparmyndulin nevndur DREAM. Tað vóru greiningar teirra, sum veruliga settu langtíðarhaldføri á breddan í Danmark.
Fyrstu greiningarnar staðfestu, at danski fíggjarpolitikkurin ikki var langtíðarhaldførur. Sonevndi haldførisávísin var -3,7% av BTÚ. Sum ítøkiliga merkir, at antin mugu skattainntøkurnar hækka við tí sum svarar til 3,7% av BTÚ. Ella mugu útreiðslurnar varandi lækka við somu upphædd.
Tað merkti, at danski fíggjarpolitikkurin var á vandakós, tá hædd bleiv tikið fyri demografisku gongdini næstu áratíggjuni. Høvuðsorsøkin var, at talið av eldri borgarum fór at vaksa skjótt, meðan talið av borgarum í arbeiðsførum aldri ikki vaks so skjótt næstu áratíggjuni. Útreiðslurnar fóru at spola frá inntøkunum.
"Okkara búskaparligi myndil burdi skift navn frá DREAM til Nightmare", segði Torben M. Andersen, professari, sum tá var stýrisformaður fyri myndilin.
Ávaringarlampurnar í greiningunum fingu politisku skipanina í Danmark at rakna við. Nýskipanir av vælferðarsamfelagnum komu á breddan, tí breið semja var um, at danir ynsktu at varðveita sítt vælferðarsamfelag og ynsktu at gera tað mótstøðuført, hóast stórar broytingar fóru at henda í fólkasamansetingini næstu áratíggjuni.
Sonevnda "Velfærdskommissionen" kom við sínum tilmælum til nýskipanir í 2006, har tillaging av pensjónsaldrinum, soleiðis at hesin fylgdi hækkandi livitíðini, var eitt av høvuðstilmælunum. Harumframt blivu aðrar tillagingar gjørdar í pensjónsviðurskiftunum í 2011, sum tilsamans gjørdi danska fíggjarpolitikkin langtíðarhaldføran.
Eisini bleiv sonevnda "búskettlógin" samtykt í 2012, sum er eitt slag av fíggjarpolitiskum regluverki, ið avmarkar møguleikarnar hjá politisku skipanini at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk. Ítøkiliga má bygnaðarliga hallið fimm ár fram í tíðina ikki gerast størri enn 1% av BTÚ.
Í dag er danski fíggjarpolitikkurin langtíðarhaldførur við einum haldførisávísa á +1% av BTÚ. Og tí viðgera politisku flokkarnir umraðfestingar, har eitt nú danski javnaðarflokkurin nú ynskir at steðga á við hækkingini av pensjónsaldrinum, soleiðis at hann eftir 70 ár ikki skal veksa so skjótt sum væntaða livitíðin. Hetta er eisini í tráð við tilmælini frá Pensionskommissionen frá 2022.
MYNDATEKSTUR: Grafurin vísir væntaðu gongdina í úrslitinum á donsku fíggjarlógini í prosent av BTÚ næstu 100 árini. Kelda: DREAM Modelgruppen
At danski fíggjarpolitikkurin er langtíðarhaldførur merkir ikki, at danski almenni geirin væntast at hava avlop hvørt ár. Tvørturímóti siga framskrivingarnar í haldførisgreiningum teirra (sí leinkju niðast), at almenna fíggjarlógin fer at hava eitt hall millum 0,5 og 1,0% av BTÚ næstu 20-25 árini. Frá 2050 væntast fíggjarlógin aftur varandi at geva vaksandi avlop næstu áratíggjuni. Tað eru hesi væntaðu avlopini í framtíðini, sum gera fíggjarpolitikkin langtíðarhaldføran.
FÍGGJARPOLITIKKURIN ER IKKI LANGTÍÐARHALDFØRUR
Haldførisgreingin hjá Búskaparráðnum frá januar 2024 vísti, at føroyski fíggjarpolitikkurin er ikki langtíðarhaldførur. Haldførisávísin var minus 9% av BTÚ. Fyri at varðveita verandi vælferðarsamfelag og tænastustøði hjá almenna geiranum, mugu vit hækka skatta- og avgjaldsinntøkurnar við 9% av BTÚ ella 2,4 milliardir krónur hvørt ár.
MYNDATEKSTUR: Haldførisgreinginin frá januar 2024 vísti, at føroyski fíggjarpolitikkurin ikki er langtíðarhaldførur. Kelda: Búskaparráðið, januar 2024
Mælt bleiv til at gera nýskipanir, sum gera fíggjarpolitikkin langtíðarhaldføran. Nevnt bleiv: (1) hækking av pensjónsaldrinum, (2) effektivisering av eldraøkinum, (3) seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk og (4) minka um fráflyting. Leggjast kann aftrat, at tað sjálvandi eisini ber til at økja um inntøkurnar við hægri avgjøldum og skattum.
Eitt nú bleiv víst á, at ein hækking av pensjónsaldrinum vil bøta munandi um støðuna. Ítøkiliga bleiv víst á, at um pensjónsaldurin verður hækkaður við 1 ári fimta hvørt ár frá 2035, vil tað gera fíggjarpolitikkin langtíðarhaldføran. Inntøkurnar økjast, tí vit koma at arbeiða longri, og útreiðslurnar til pensjónsveitingar blíva lægri. Eins og í Danmark inniber hetta tó framvegis hall á fíggjarlógini í fleiri áratíggju, og ikki fyrr enn í 2060 væntast avlop á fíggjarlógini her. Sostatt væntast almenna lántøkan at økjast munandi næstu áratíggjuni, hóast stórar nýskipanir verða gjørdar.
MYNDATEKSTUR: Haldførisgreiningin vísti, at ein hækking av pensjónsaldrinum kann gera fíggjarpolitikkin langtíðarhaldføran. Kelda: Búskaparráðið, januar 2024
Almennu Føroyar hava tó eitt sera gott útgangsstøðið, tí vit í dag samlað sæð onga nettoskuld hava, tá hædd verður tikið fyri ognunum í almennu grunnunum og minsta gjaldføri landskassans. Men bruttoskuldin hjá almenna geiranum (íroknað lántøkuna hjá almennu tunnilsfeløgunum) er tó 9 milliardir krónur svarandi til 33% av BTÚ. Gjaldførið landskassans er í ár 4 milliardir krónur (skal sambært lóg vera í minsta lagi 15% av BTÚ, ella 4 milliardir krónur næsta ár), og áleið 5 milliardir krónur í øðrum almennum grunnum og ognum.
Vanliga verður sagt, at almenna bruttoskuldin ikki má gerast nógv størri enn 60% av BTÚ, sum er markið fyri almenna lántøku í ES høpi. Seinnu árini hevur almenna lántøkan hjá stórum londum sum Stórabretlandi og Fraklandi verið sera stór og eisini omanfyri 100% av BTÚ. Tá almenna skuldin hjá Grikkalandi fór væl upp um 100% av BTÚ, var tað lánveitararnir, sum kravdu nýskipanir og sparingar, áðrenn teir vildu endurfíggja lánini.
Um bruttoskuldin hjá almennu Føroyum - landskassin og kommunurnar - ikki skal gerast størri enn 60%, kann tað almenna í mesta lagi læna 7,3 milliardir krónur aftrat. Við verandi fíggjarpolitikki og útliti til vaksandi hall á fíggjarlógunum (bæði land og kommunur) má øll hendan lántøkan fara til at fíggja rakstur og vanligar íløgur, um vit ynskja at varðveita verandi vælferðarsamfelag.
HÆKKING AV PENSJÓNSALDRINUM MUNAR VÆL
Herfyri legði Sirið Stenberg fram uppskot til hækking av pensjónsaldrinum til 70 ár í 2042. Hetta munar sera væl í mun til at bøta um langtíðarhaldførið. Soleiðis vísa útrokningar í sama búskaparmyndli sum í haldførisgreiningini, at hendan hækkingin av pensjónsaldrinum loysir helmingin av manglandi haldførinum.
Haldførisavbjóðingin verður soleiðis munandi minni enn áður, men hon er framvegis størri enn hon var í Danmark í 2000, tá nýskipanirnar blivu settar á skrá har.
MINNI FRÁFLYTING MUNAR EISINI VÆL
Í seinastuni hevur KVF við dokumentarinum "Kanst tú siga farvæl" sett varandi nettofráflytingina á breddan. Hagtølini vísa, at vit varandi missa 20% av hvørjum ungdómsárgangi. Tølini vísa eisini, at í eitt áramál búgva 40% av okkara árgangum fyrst í 20'unum uttanlands í lestrarørindum.
Í haldførisgreiningini frá januar 2024 er ein fortreyt, at Føroyar komandi áratíggjuni aftur fær eina nettofráflyting á minus 50 fólk árliga, sum svarar til miðal nettofráflytingina síðstu áleið 40 árini. Í greiningini bleiv roknað út, at um nettofráflytingin í staðin verður null næstu áratíggjuni, vil tað bøta um haldførisávísan við 1 prosentstigi.
Hóast hetta ikki ljóðar av nógvum, so kann staðfestast, at Føroyar síðstu 10 árini hava havt eina nettotilflyting á umleið 300 í miðal árliga, sum tó er lækka síðstu árini.
Nevnt hevur verið, at eitt bøtt lestrarumhvørvi (fleiri útbúgvingar og lestraríbúðir) kann minka um fráflytingina av yngru ættarliðunum í lestrarørindum. Og at eitt nú lagaligari bústaðarmøguleikar og starvsmøguleikar kunnu bøta upp á afturflytingina. Hinvegin er ongin ivi um, at manglandi langtíðarhaldføri tálmar afturflytingina, tá tað jú merkir, at vit sum samfelag senda rokningina til komandi ættarliðini. Á tann hátt kann vánaligt langtíðarhaldføri gerast sjálvuppfyllandi.
Langtíðarhaldføri er eitt gott val til ársins orð 2024. Vónandi heldur politiska skipanin áfram við nýskipanum og átøkum, sum kunnu tryggja langtíðarhaldføri.
TILFAR:
- Frágreiðingin um fíggjarpolitiska haldføri, januar 2024: https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/Haldf%C3%B8ri/F%C3%ADggjarpolitisk%20Haldf%C3%B8ri%20-%20endaligt.pdf
- Framløgan:
https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/Haldf%C3%B8ri/F%C3%ADggjarpolitisk%20haldf%C3%B8ri%20-%20endaligt%20un.pdf
- Stroyming av framløguni í Smæruni:
https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/Haldf%C3%B8ri/Bu%CC%81skaparra%CC%81%C3%B0i%20Sm%C3%A6ran_%202023-01-16%20framl%C3%B8ga.mp4
Allýsingin hjá DREAM Modelgruppen av langtíðarhaldføri:
https://dreamgruppen.dk/modeller-og-metoder/dream/finanspolitisk-holdbarhed
Ein áhugaverdur poddur um hvussu danir fingu langtíðarhaldføri:
https://www.buzzsprout.com/2297501/episodes/15975010-reformerne-der-aendrede-danmark-3-sadan-blev-danmarks-okonomi-langtidsholdbar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald