Vit kenna øll søguna um Peter Pan, Wendy, Captain Hook, Tinkerbell og vinirnar, The Lost Boys, í landinum Neverland. Eitt dreymaland har ongin gerst vaksin, og alt er eitt spæl. Nú er dreymalandið komið til Føroya, og Tindhólmur er gjørdur um til Neverland í nýggja Peter Pan filminum, sum kann síggjast á Disney+.
“Men tað er ongin orsøk til einans at lata hesa dreymaverðina vera til á skerminum. Nú, hon komin til Føroya, kunnu vit fáa børnini burtur frá skermunum, út í náttúruna og sum ein part av Peter Pan søguni”, sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, samskipari av Peter Pan túrunum.
“Tað er stórur eftirspurningur eftir stuttligum, øðrvísi og læruríkum tilboðum til børn og foreldur í Føroyum. Hesin túrurin kann sostatt geva foreldrum í Føroyum høvi at geva teirra børnum eina ógloymandi uppliving, uttan at fara av landinum”, sigur Siri, sum sjálv er mamma, og gleðir seg at taka børnini við ein túr.
Tað er sluppin Westward Ho, sum skal spæla leiklutin sum Jolly Roger, skipið hjá Captain Hook, og hon siglir av Sørvági rundanum Tindhólm og Drangarnar og aftur. Hvør túrur tekur á leið 2 tímar. “ Umborð eru leikarar, ið gera søguna um Peter Pan livandi og fáa børnini at luttaka í søguni. Saman finna tey uppá ymiskt stuttligt”, greiðir Siri frá.
Men tað er ikki einans Peter Pan, sum er á skrá umborð: “Tey ferðandi fáa eisini spennandi vitan um alt umborð á sluppini, børnini sleppa at royna seg sum rættir sjórænarar og eisini verður greitt frá føroysku sagnunum um Tindhólm og um økið annars”, sigur Siri, “soleiðis kunnu vit samanseta spæl, læring og menning. Børnini fáa fríska luft, koma umborð á ein søguligan bát, síggja eyðkend støð í Føroyum, læra um Tindhólm og Drangarnar - alt pakkað inn í eina barnsliga, stuttliga og spennandi søgu.”
Spurd, um hetta eisini er ein túrur fyri útlendsk ferðafólk, sigur Siri, “Hóast túrurin serliga er ætlaður føroyskum barnafamiljum og barnsligum sálum, so eru útlendsk ferðafólk sjálvandi vælkomin. Undirhaldið verður á føroyskum, men fólk nýtast ikki at setast aftur hóast tað, tí Peter Pan-verðin er universal og børnini skilja heildina, sama hvat málið er”, sigur Siri.
Tað verður bert gjørligt at royna túrarnar í eitt avmarkað tíðarskeið, so tað snýr seg um at kvika sær, um ein vil tryggja sær pláss “Vit fara at bjóða túrarnar frá 22. til og við 25. juni. Tað verða tríggir túrar um dagin millum kl. 10 og 16, og siglt verður av Sørvági", sigur Siri at enda.
Um tú vilt vita meira um Peter Pan-túrarnar, kanst tú fara inn á neverland.fo.
Verkætlanin er stuðlað av Sørvágs Kommunu, Atlantic Airways og EUR Express.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald