
Sunnudagin 16. oktober kl. 14 og 16 verður gátuførur sjónleikur um mjørka fyri børn á skránni í Norðurlandahúsinum.
Mjørkavísindafólkini Hulda og Karlsson eru úti við síni útgerð og leita eftir einum óvanliga sjáldsamum slagi av mjørka. Ørindi teirra gerast tó nógv truplari enn væntað, tí í mjørkanum goymir seg alt møguligt óvæntað. Á pallinum letur ein heimur av ævintýri og frumsøgn seg upp, sum eisini gevur børnunum stuttliga vitan um hetta áhugaverda veðurdyribrigdið,
Sjónleikurin tekur støðið í nátturfyribrigdinum mjørka, sum hóast alt ikki er nógv meira enn ein hópur av smáum vatndropum; eitt skýggj, sum hvílir á jørðini.
Ein fangandi, hugtakandi og lærurík framførsla fyri øll frá aldrinum 3 ár og upp.
Sýningar fyri dagstovnar og skúlar verða mánadagin 17. oktober.
Lesið meria á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald