Vinna

Hvat er góður vinnupolitikkur

Í seinasta lagi um gott eitt ár er løgtingsval á skránni, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí hetta komandi árið at geva sína áskoðan til kennar um at dagføra vinnupolitikkin, har reyði tráðurin er kappingarførið, treytað av burðardyggari gagnnýtslu av tilfeingi.

2022-07-04 11:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Áðrenn fyrsta tilmælið kemur á skránna, fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at vísa á, hvat sipað verður til, tá ið arbeiðsgevarasíðan tosar um góðan vinnupolitkk.


Vinnupolitikkur snýr seg um tær treytir og teir karmar, sum politiska skipanin letur vinnuna virka innanfyri.


Tað ber tí illa til at geva eina einfalda allýsing av vinnupolitikki. Vinnupolitikkurin er eitt úrslit av politiskum avgerðum av ymsum slag á ymsum økjum, ið samanlagt skapa vinnuliga umhvørvið hjá vinnuni.  Yvirskipaðu málini og stevnumiðini við vinnupolitikkinum eru tó púra greið.


Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsir yvirskipaðu málini við førda vinnupolitikkinum soleiðis: 


“Politiska skipanin eigur at geva vinnuni best møguligar karmar, við varandi gagnnýtslu av tilfeingi, at skapa vøkstur og virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum, har kapping og kappingarføri er drívmegin og reyði tráðurin í privata vinnuliga virkseminum”


Hvussu røkka vit so hesi yvirskipaðu málunum við vinnupolitikkinum? Hvørja strategi skal politiska skipanin leggja fyri at røkka vinnupolitisku málunum?


Føroya Arbeiðsgevarafelag fer hetta komandi árið at koma við sínari áskoðan hesum viðvíkjandi.


Endamálið er vísa politisku skipanini á tilmælir til skattapoli­tikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, fíggjar­poli­tikk, orku­poli­tikk, umhvørvispolitikk, út­búgving­ar­politikk o.s.fr., soleiðis at yvirskipaðu vinnupoli­tisku málini verða rokkin við størst møguligum smidleika.


Í tilmælunum um besta vinnupolitikkin verður tikið støði íserligum viðurskiftum, ið eyðkenna føroyska samfelagsbúskapin, í tilmælum hjá OECD um vinnupolitikk og í teimum royndum vit í Føroyum hava gjørt okkum við førda vinnupolitikkinum. Tilmælini taka tí støði í tí veruleika vit liva í, men tey eiga samstundis at vera haldfør fleiri ár frameftir, líka mikið, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder