Lýsing

Húsavørður til Vága kommunu

Søkt verður eftir einum húsavørði til farloyvisstarv í húsavarðatoyminum hjá Vága kommunu at byrja skjótast gjørligt.

2022-08-24 07:29 Author image
-
placeholder

Ábyrgdarøki:

Sum húsavørður kemur tú at verða partur av einum toymi, ið telir 5 fólk. Toymið hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldinum av øllum kommunalu bygningunum í kommununi. Ein leiðandi húsavørður hevur ábyrgdina av toyminum.

Vit vænta at tú

  • hevur góð samstarvsevnir
  • hevur gott handalag
  • dugir væl at loysa uppgávur
  • ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/lagdur og røkin

Umsøkjari má kunna arbeiða sjálvstøðugt, tó samstarvar toymið um uppgávur, ið krevja tað.

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, sum er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er tíðaravmarkað fram til 1. august 2023. Setanarøki er Vága kommuna og arbeiðsstaður er í Miðvági. Tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. september 2022 kl. 12.00.

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Tórhallur Johansen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405ella á teldupost: [email protected].


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder