Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur.
Umvælingar/viðlíkahald av bygningum, bæði innan og uttan, umframt økir uttandura.
Eisini skalt tú kunna taka á teg uppgávur uttan fyri vanliga arbeiðstíð. t.d. um tiltøk eru.
Førleikar:
- Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving.
- Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin, og tú hevur hug,
at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.
- Sjálv/ur dugir at síggja hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a.
- Vera fyrikomandi, samstarvs- og tænastusinnað/ur og duga at samskifta bæði við børn og vaksin.
- Duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.februar kl. 12:00
Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, vinarliga ring til Jákup Suna Lauritsen tekniska leiðara á tlf. 233216
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til, ikki at seta nakran av umsøkjaranum, og um neyðugt, at lýsa starvið av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald