2025-02-28 13:38

HSF hevur hesa vikuna havt tvey dómaraskeið, har tað fyrra var á Argjahamri týsdagin og seinna í Runavík ígjár. 38 hava higartil luttikið. Talan er fyrra partin av C-skeiðnum, har tað seinna verður í september.
Tvey skeið vera eisini í komandi viku, har tað enn eru nøkur tøk pláss.
4. mars í Klaksvík kl. 19.00
6. mars á Giljanesi kl. 19.00
Meldið til við at skráseta tykkum her, tað er ókeypis.
Dómarar kunnu taka trý ymiskt prógv, A-, B- og C-dómararprógv. C-prógvið er ætlað teimum, sum døma upp til og við U14, B-prógvið til 1. deild, 2. deild, U18 og U16, meðan A-prógvið er til fremstu deildirnar.
Fyri at fáa C-prógvið krevst, at ein tekur grundskeið 1.1 og 1.2, sum eru tríggjar tímar hvørt. 1.1 umfatar leiktlutin at vera dómari, døming í U8 til U14 og grundleggjandi dómararreglar. 1.2. umfatar serreglur fyri U-deildir, praktisk dømi og eina dómararoynd.
Tey fyrstu fýra skeiðini eru C-skeið 1.1, sum er felags dómaraskeið fyri øllum áhugaðum, leikarum, venjarum og hjálparfólkum. Aldursmarkið fyri hesi skeiðini er 14 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald