Ítróttur

HSF: U21-menn: Víðari sum nr.1

Við einum fantastiskum seinna hálvleiki vunnu Føroyar 35-28 á Rumenia og hava harvið vunnið bólk F í HM-undankappingini í Póllandi. Nú bíða Danmark og Fraklandi í meginumfarinum.

Romania vs Faroe Islands, IHF U21 Men's Junior World Championship 2025, Katowice, Poland, 21.06.2025, Mandatory Credit © Sasa Pahic Szabo / kolektiff

Romania vs Faroe Islands, IHF U21 Men's Junior World Championship 2025, Katowice, Poland, 21.06.2025, Mandatory Credit © Sasa Pahic Szabo / kolektiff

2025-06-21 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska álopið byrjaði dystin væl, og løgdu okkara seg á odda fyrstu løtuna. Føroyar vardu langt frammi móti stóru rumenunum í einari roynd at steðga teirra langskjúttum. Tað gekk tó ein løta áðrenn verjuspælið kom í gongd saman við málverjunum. Hóast liðini fyldust, so vóru tað oftari at okkara vóru frammanfyri við einum. 10 minuttir fyri hálvleik var nakað av mótgangið, har okkara fingu fleiri marginalar dømingar ímóti, og fekk Rókur Ziskason eisini reytt kort. Rumenia hevði yvirtakið eina løtu, men reistu okkara seg aftur beint fyri hálvleik. Tóki Fríðriksson kom í verjuna saman við Búa Poulsen og batnaði verjuspælið samstundis sum Sasha hevði nakrar bjargingar í málinum. Okkara vóru tryggir í hinum endanum, og Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 18-15.

Føroyar settu seg á seinna hálvleik frá byrjan og øktu um leiðsluna, uppí 5 mál eftir stuttari løtu. Verjan stóð væl saman og hevði Sasha eisin bjargingar í málinum. Í álopinum fekk Niklas Gaard pláss á høgra vongi og gjørdi hann veruliga av rumenar við 6 málum í seinna hálvleiki. Rumenar royndi seg við 7 móti 6, men meistraðu teir ikki hendan leikin eins væl og okkara. Dysturin var at siga avgjørdur við 8 máls leiðslu einar 10-12 minuttir fyri leiklok, og koyrdu okkara tað heim seinastu løtuna. Tað endaði 35-27.

Eftir dystin var Niklas Gaard kosin besti leikari í dystinum. Rumenar pakkaðu Óla Mittún væl inn í dag, og tá bleivi pláss aðrastaðni á vøllinum, og har var Niklas Gaard ísakaldur á høgra vongi. Hann gjørdi 8 mál uppá 10 royndir.

Føroyar eru nú komnar víðari til meginumfarið sum nummar 1 í bólkinum og hava harvið 2 stig við víðari. Í meginumfarinum vera mótstøðuliðini Frakland og Danmark. Hesir dystirnir verða mánadagin og týsdagin.
Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”, hetta um tú er stødd/staddur í Føroyum.

Dystargongdin Rumenia – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 5-6
15 min. 9-9
20 min. 11-11
25 min. 14-13
30 min. 15-18
35 min. 16-21
40 min. 19-22
45 min. 21-27
50 min. 23-30
55 min. 27-33
60 min. 28-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 9 (3)
Niklas Gaard 8
Ísak Vedelsbøl 6
Trúgvi Hávardsson 3
Høgni Højsted 3
Sofus í Selvindi Nattestad 2
Rói Seyer Hjaltason 1
Rókur Ziskason 1
Høgni Heinason 1
Tóki Fríðriksson 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 30%
Torstein Sivertsen 11%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder