Ítróttur

HSF: U16-dreingirnir vunnu seinna dystin móti Íslandi

Føroysku U16-dreingirnir reistu seg væl og í seinna dystinum móti Íslandi.

2022-06-13 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Føroysku U16-dreingirnir reistu seg væl og í seinna dystinum móti Íslandi. Eftir misjavna avrikið móti Íslandi í fyrra dystinum, tá Føroyar taptu væl og virðiliga, 34-21, bjóðaðu okkara veruliga av í dag. Dysturin gekk javnt á og vóru Føroyar fyri tað mesta frammanfyri. Tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at Ísland vann seg fram um og vunnu dystin 25-22, hetta eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Ísland.
Tað var eyðsýnt frá byrjan, at okkara vildu vaska stórtapið frá í gjár av sær. Ungu menninir vóru sera tendraðir, og stóð verjan væl betri enn í gjár saman við málverjanum. Til tíðir var tendringin heldur høg, tí tað kostaði eisini nógvar útvísingar, har fleiri vóru ódisiplineraðar og óneyðugar.
Í álopinum var Rúnar Hammer aftur berandi í dag og kom Haraldur Karlsson eisini betri í spæl. Hartil gekk eisini betri at fáa vengurnir í spæl í dag og høvdu Jákup Egholm í vinstru og Magnus Árason í høgru eisin ein størri leiklut í dag.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 6 (2)
Jákup Egholm 6 (3)
Magnus Árason 3
Haraldur Karlsson 3
Magnus Rubek Carlsen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Jón Midjord 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder