Ítróttur

HSF: Lutakast um EM-endaspælið hjá kvinnum

.

2024-04-17 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


HSF:

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.
Lutakastið verður í Wien og verður víst í Kringvarpinum. Lutakastið kann eisini stroymast á ehftv.com og Home of Handball á youtube.

Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:

Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond

Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki

Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder