Vinna

HSF: Liðini sum enda nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar

Í endaspælinum verða fyrst leiktar fjórðingsfinalur millum ávikavist nr. 3 og nr. 6 og nr. 4 og nr. 5 á stigatalvuni. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll

2022-09-07 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á limafundi fyri komandi kappingarár, samtyktu feløgini endaliga nýggjan kappingarleist fyri fremstu deildirnar, sum arbeiðsbólkur hevur arbeitt við.

Nýggi kappingarleisturin minnir um verandi leist, tó er endaspælið broytt nakað. Í grundspælinum spæla liðini trýggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, hareftir kappingin verður skipað í endaspæl.

Í endaspælinum verða fyrst leiktar fjórðingsfinalur millum ávikavist nr. 3 og nr. 6 og nr. 4 og nr. 5 á stigatalvuni. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll

Liðini sum enda nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nr. 1 møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið og nr. 2 hægra. Leiktar verða best av trimum hálvfinalum. Nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.

Tapandi liðini í hálvfinalunum leika ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll.

Um FM verða leiktar best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari.

Les alla reglugerðina her:
http://hsf.fo/nyggjur-kappingarleistur-i-fremstu-deildunum/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder