2023-03-01 16:49
Tað var alment í gjár, at Sonni Larsen ikki heldur fram sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum og U17-landsliðnum. Hann hevur fingið venjarastarv í Noreg. Í tí sambandi er nýggj avtala gjørd við Inga Olsen um at verða venjari hjá U06-kvinnum. Samstundis er sáttmálin við verandi venjara, Agnar Joensen, longdur. Avtalan er galdandi til á sumri 2025.
Føroysku U17-kvinnurnar skulu spæla EHF Championship kapping í Aserbajan í døgunum 5. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg og Grikkalandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald