Ítróttur

HSF: HESIR SKULU TIL U20 EM-ENDASPÆLIÐ

.

2024-06-14 13:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HESIR SKULU TIL U20 EM-ENDASPÆLIÐ
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia.
Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Rói Thomsen, H71
Ísak Vedelsbøl, H71
Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.
Kappingin verður hildin í Celje í Slovenia í tíðarskeiðmum 10. – 21. juli.
Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 10. juli Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli Spania – Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder