
Eysturríkska liðið luttók ikki í europeiskari kapping seinasta kappingarár, men gjørdist nummar trý í eysturríksku deildini í vár.
Tilsamans 59 lið luttaka í European Cup hjá kvinnum komandi kappingarár. Fyrstu dystirnir skulu leikast vikuskiftini 8./9. oktober og 15./16. oktober. Um bæði liðini semjast um tað, kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað, sama vikuskiftið.
Hjá monnum luttekur H71 eisini, men luttaka teir ikki í fyrsta umfarinum, tá teir eru styrkismettir hægri. Lutakastið hjá teimum verður 20. september. 77 lið luttaka í European Cup hjá monnum og verða fyrstu dystirnir hjá H71 vikuskiftini 29./30. oktober og 5./6. november. Um bæði liðini semjast um tað kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað sama vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald