Ítróttur

HSF: Fram saman við P/F Leif Mohr

Hondbóltssambandið og P/F Leif Mohr hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

2023-12-12 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Leivur Holm, stjóri í P/F Leif Mohr, hittust á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr á Hoyvíksvegi 53 í Havn, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. P/F Leif Mohr verður við hesum ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á høgra læri á brókunum á landsliðsklæðunum.

Til sáttmálan viðmerkir Leivur Holm,
– Hjá P/F Leif Mohr hava vit drúgvar royndir, og vilja vit altíð virka fyri haldgóðum loysnum á einum høgum tænastustøði. Føroyskur hondbóltur hevur tikið risa fet seinastu árini og vilja vit eisini gjarna vera við til at tryggja haldføri í hesum, soleiðis at føroyingar áhaldandi kunnu savnast um hondbólt á hægsta altjóða stigi.

– Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,
Vit eru ógvuliga fegin um, at P/F Leif Mohr vil stuðla føroyskum hondbólti. Komandi EM-endaspælið hjá monnum fyllir nógv í løtuni, og øll eru spent, men vit mugu ikki gloyma langtíðar haldføri hjá føroyskum hondbólti. Kvinnurnar kempa í løtuni fyri einum EM-plássið, og longu í heyst skulu menninir aftur í EM-undankapping. Vit skulu vera klár til næstu stigini longu nú, og er tað gott at fyritøkur sum P/F Leif Mohr vilja vera við.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder