2022-08-03 15:10
Talan var um mótstøðu, sum spældi annaðleiðis enn okkara eru vanar við, har India fyrst og fremst spældi skjótt ein móti einari. Tað sást skjótt at Føroyar var eitt betri liðið og vóru okkara frammanfyri 6-1 eftir 10 minuttir. Hereftir ráddi um at halda fokus og gekk hetta strilti í løtum, har verjan ikki fekk fatur á kviku indunum. Sigurin var tó ongantíð í vanda.
Dagsins leikari var kosin Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe.
Føroyar eru enn væl við í kappingini um plássini 17-32 í HM og er næsti dystur fríggjadagin móti Kasakstan.
Les dystarhagtølini her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald