2023-09-21 09:56
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, var herfyri á gólvinum hjá Navigare Shipping við Trøllaklett í Søldarfirði, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður saman við Bárði Højgaard, partaeigara.
– Til longda samstarvi viðmerkir Bárður Højgaard, at tað hevur verið eyka spennandi at fylgja við hondbóltinum, síðani vit gjørdust stuðlar í 2022. HSF hevur sett sær høg mál, og at síggja EM-dreymin gerðast til veruleika er stórt, stórt fyri alt Føroyar. Hetta vilja vit framhaldandi gjarna stuðla og standa saman um.
– Gunn Ellefsen sigur til longda samstarvið, at tað er saman við góðum stuðli frá fyritøkum, landi og fólki, at vit kunnu flyta okkum og taka næstu stigini og vera kappingarfør á hægsta altjóða stigi. Vit skulu samstundis vera trúgv móti okkara egna máta at gera tingini uppá og flyta okkum fram á tryggum grundalagi, soleiðis at vit vónandi eru við har tað er stuttligt í nógv ár framyvir.
Høvuðsskrivstovan hjá Navigare liggur í Søldarfirið, har í 16 fólk starvast, meðan logistikk deildirnar liggja í Norra og Skotlandi við 10 starvsfólkum. Navigare er fyritøka sett á stovn av Højgaard familjuni, og øðrum, í 1966. Seinastu árini er fyritøkan veruliga vaksin og rekur í dag 13 skip, og leigar hartil í 2 skip, sum fyri tað mesta sigla í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur umleið 195 fólk í starvi.
Avtalan við Navigare Shipping inniber millum annað, at fyritøkan er ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum. Avtalan er galdandi fyri 2024 og 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald