Vinna

HSF: Dómararnir klárir til nýtt kappingarár

Komandi vikuskiftið byrjar Burn og SMS kappingin. Feløgini hava fyrireikað seg væl og tað hava dómararinir eisini.

2023-09-07 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Farna vikuskiftið var dómaraskeið og uppstartur saman við Martin Gjeding, altjóða IHF eygleiðara. Dómararnir hava tikið rennitest, skrivliga test og viðgjørt reglutulkingar saman. Ongar nýggjar reglur eru komnar síðani seinasta kappingarár, men eru einstakar tulkingar, sum eru tillagaðar.

Dómarahópurin er líkur hópinum undanfarna ár, men verða eisini nýggj andlit at síggja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder