Ítróttur

HSF: Avbjóðandi mótstøða hjá kvinnulandsliðnum

Kvinnulandsliðið skal møta svensku kvinnunum í dag.

2023-10-12 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Føroyar hava ongantíð vunnið á mótstøðuliðunum, sum bíða í EM-undankappingardystunum hósdagin og sunnudagin.
Í dag, hósdagin kl. 17.30, møta okkara kvinnur hondbóltsrisanum Svøríki. Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki áður. Tað var í EM-undankappingini til EM20, og tá gjørdist talan um tvey stórtap. Kringvarpið vísir dystin í dag í sjónvarpinum.
Sunnudagin kl. 15.00, í Høllini á Hálsi, møta Føroyar Íslandi. Ísland vann í gjár fyrsta dystin í bólkaspælinum 32-14 á heimavølli móti Luksemborg. Føroyar hava møtt Íslandi 5 ferðir áður, men hava ongantíð vunnið. Ísland vara vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir. Ísland vann báðar dystirnar við 5 málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder