Vinna

Hoyringsskriv frá Veiðufelag Føroya

Sum heild heldur veiðufelagið, at tað ikki er grundarlag fyri at skerja veiðitíðina eftir svartfugli. 

2025-01-13 22:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við okkara eygleiðingum, vitan og royndum, saman við tølunum hjá Havstovuni, er tað okkara greiða sannføring, at veiðan eftir svartfugli soleiðis sum vit kenna hana í dag, er burðadygg.

Somuleiðis vísa vit á eina røð av tiltøkum, ið vit meta, kemur at bøta um føroyska svartfuglastovnin. 

Vit heita staðiliga á avvarandi myndulleikar, at koma í samskifti við okkum veiðifólk, fyri at tryggja at ongar ógrundaðar avgerðir verða tiknar. 

Tað er okkara vón, at okkara hoyringsskriv, verður eitt gott ískoyti til viðgerðina av hesum málinum. Sum vónandi førir til (fyri okkara viðkomandi) eina jaliga endaliga avgerð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder