Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt nýggja samstarvsavtalu við Parasport Føroyar.
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt nýggja samstarvsavtalu við Parasport Føroyar
Avtalan ber við sær at Hotel Hafnia og Hotel Brandan verða ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar í 2024.
Hotel Hafnia og Hotel Brandan stuðla við avtaluni Parasport Føroyar í tilgongdini at eggja enn fleiri at íðka ítrótt.
"Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia og Hotel Brandan stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar eins og tey hava gjørt seinastu árini" sigur Petur Elias Petersen formaður í Parasport Føroyar.
"Slagorðið hjá Parasport Føroyar er "øll kunnu íðka", og skal vera heilt natúrligt at øll, uttan mun til kropsligar ella kognitivar avbjóðingar, íðka ítrótt undir hóskandi viðurskiftum. Hetta krevur áhaldandi arbeiði og er ein slík stuðulsavtala við til at tryggja arbeiði."
”Vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at stuðla Parasport Føroyar, og fegnast um at samstarvsavtalan er longd” sigur Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald