Mentan

Hósdagin 6. juli byrjar spennandi túrurin hjá Team Rynkeby til París

-

2023-07-03 16:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rynkurnar hittast til morgunmat í Havn og Runavík og verða síðan koyrdar norður til Klaksvíkar, har túrurin byrjar. Eftir at túrurin er byrjaður í Klaksvík, steðgar liðið til móttøku í Norðragøtu, á Toftum, í Saltangará og í Streymnesi, áðrenn síðsti túrurin her í Føroyum endar á Vaglinum í Havn.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá liðið og ynskja góðan túr.
Skráin fyri hósdagin er henda:
Kl. 10.30: Helnabrekka í Klaksvík
Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús
Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu
Kl. 13.30: Undirhúsið á Toftum
Kl. 14.30: Betri í Saltangará
Kl. 16.35: við Margáir í Streymnesi
Kl. 19.05: Vaglið í Havn.
Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð á Norrønu. Leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku. Á ferðini til París verður súkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi.
Súkklararnir koma til París leygardagin 15. juli. Tá ið túrurin er liðugur, hava teir súkklað uml. 1350 km.
Myndir frá túrinum verða lagdar út dagliga á síðuni hjá Team Rynkeby á Facebook og Instragram, og øll eru vælkomin at fylgja við har

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder