FSF: Aserbadjan, Moldova og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum frá 30. apríl til 8. mai fer til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping verður á skránni.
Fróði Benjaminsen er venjari, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til kappingina í Albania.
Hópurin
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Rói Høgnason Vang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi Jógvansson Christiansen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Leif Ellingsgaard, HB
Stefan Djumic, HB
Rani Josephsen, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur
Skráin
2. mai Føroyar – Aserbadjan
4. mai Moldova – Føroyar
7. mai Albania – Føroyar
Seinni í summar skulu U17-dreingirnir til NM í Finnlandi, og í november verður EM-undankapping í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Onglandi og Kosovo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald