
Niðurteljingin til størstu fótbóltskapping í Føroyum nakrantíð er av álvara byrjað. Um góðar tríggjar vikur spæla okkara gentur fyrsta dystin í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá føroysku U17 gentunum, og saman við Jákupi Mortensen, ið er hjálparvenjari, og Teiti Egholm Fossaberg, málmansvenjara, hevur Eyðvør nú sett navn á tær 20, ið skulu umboða Føroyar í kappingini.
Í hópinum eru seks spælarar eru úr HB, fimm úr KÍ, tvær av Skála, meðan B36, ÍF, NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, umframt FC Nordsjælland og HB Køge í Danmark hava hvør sítt umboð á U17 landsliðnum hesaferð.
Hópurin
Sigrið Hansdóttir, B36
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Í EM endaspælinum eru Føroyar í bólki A, saman við Noregi, Eysturríki og Hollandi. Londini í bólki B eru Spania, Italia, Pólland og Frankaríki. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík.
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)
Týsdagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)
Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn)
Hálvfinalur
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn)
Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald