Ítróttur

Hópurin til Baltic Cup úttikin

Jákup Mortensen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í Baltic Cup 2025 fyri U15 landslið við gentum. Kappingin verður í Lettlandi frá 20. til 28. august

Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Baltic Cup í Lettlandi - Mynd: www.FSF.fo

Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Baltic Cup í Lettlandi - Mynd: www.FSF.fo

2025-08-02 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinni í mánaðinum stendur enn ein spennandi og mennandi uppgávu fyri framman hjá føroyska U15 landsliðnum við gentum. Á skránni er Baltic Cup, sum í ár verður í Riga í Lettlandi.

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Estland og Litava eisini við í kappingini, sum verður spæld í døgunum 22. til 27. august. Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 20. august, og verður heima aftur eina stóra viku seinni, hósdagin 28. august.

Jákup Mortensen er venjari hjá U15 gentunum, og saman við Báru Skaale Klakstein, hjálparvenjara, hevur hann úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2025.

Hópurin
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Andrea Heinadóttir, 07 Vestur
Emma Sigtórsdóttir Petersen, 07 Vestur
Poulina á Heygum, 07 Vestur
Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
Hadassa Schwartson Christiansen, B36
Helena Í Skorini, B36
Lív Herup Olsen, B36
Magna Holm Johannesen, B36
Rannvá Heinadóttir, B36
Súsanna Johnsdóttir, B36
Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, FC Hoyvík
Heidi Jacobsen, KÍ
Linda Isabella Ziska, KÍ
Alisa Fagradal, Skála
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Berit Unadóttir, TB
Eva Atladóttir, Víkingur

Dystaskráin
22. aug. Lettland – Føroyar
24. aug. Føroyar – Litava
27. aug. Estland – Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder