Ítróttur

Hondbóltssambandið og P/F Wenzel hava gjørt nýggja sponsoravtalu

 Fram á mál saman við Wenzel.

2023-06-28 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF

Hondbóltssambandið og P/F Wenzel hava gjørt nýggja sponsoravtalu og longt sponsorsamstarvið fram til 2026. Wenzel er ein av stórstuðlunum hjá HSF og harvið ein av sjónligu stuðlunum á øllum klæðunum hjá landsliðunum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, var herfyri saman við landsliðsleikarunum Guðrið á Borg og Janu Mittún hjá P/F Wenzel á Slættanesgøtu 4 og vitjaði, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Rúna Djurhuus, stjóra, og Jórunn Gudmundsen, marknaðarleiðara.

– Sum stórur hondbóltsfjeppari, gamal hondbóltsspælari og fyrrverandi formaður í H71, hevur hondbóltur altíð fylt nógv hjá mær og liggur tað mær heilt natúrligt at stuðla, sigur Rúni. Tað hevur verið sera spennandi at fylgja góða arbeiðinum hjá HSF og menningini í føroyskum hondbólti. Vit hava nú verið saman á ferð, men steðga vit ikki her. Vit skulu gera tað enn betur, og gleði eg meg at fylgja við. Beint nú krossa vit allar fingrar fyri, at tað fer at gangast sum best í HM-endaspælinum hjá U21 í Týsklandi.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, krossar eisini fingrar. – Tað at Føroyar hava flutt seg stútt og støðugt fram á altjóða hondbóltspallinum seinastu árini, setur samstundis enn størri krøv til alt tað fyriskipanarliga, sum er rundan um sjálvan hondbóltin. Ítrótturin má hava tryggar karmar, og fegnast vit um tann hug og vilja fyritøkur sum Wenzel hava at standa saman um føroysku ítróttarfólkini.

Sponsoravtalan er galdandi fyri 2023, 2024 og 202

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder