KVF:
Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum Kringvarp Føroya hevur tíverri rakt Kringvarpið so mikið meint, at bæði Dagur og vika og Gekkurin máttu takast av sjónvarpsskránni í kvøld.
Men tøknin í dag er so mikið snild, at kringvarpsgjaldararnir ikki verða snýttir fyri hondbóltslandsdystin við monnum millum Ísland og Føroyar, sum verður spældur í kvøld.
Stroymingin av dystinum her á heimasíðuni varð gjørd klár, áðrenn Kringvarpshúsið í Sortudíki varð lagt rættiliga lamið í dag.
Tí kunnu fólk gleða seg til, at dysturin verður síggja á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo, frá klokkan 19.25 í kvøld.
Talan er um týðandi vinardystir í fyrireikingini til EM-endaspælið í januar.
Seinni dysturin, ið verður spældur í morgin, verður sum ætlað vístur í sjónvarpinum frá klokkan 17.25.
Hvat: Ísland - Føroyar
Hvar: her á heimasíðuni (https://kvf.fo/live/2)
Nær: í kvøld, kl. 19.25
STROYMUR TIL DYSTIN Í KVØLD SÆST HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald