Vinna

Hjartað steðgaði í seks minuttir

Fyri trimum árum síðan fekk Páll Hammer ein stóran blóðtøpp og hjartasteðg. Ein hending, sum vakti undran, tí Páll var at síggja til ikki í vandabólki

2022-09-29 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HJARTAFELAGIРÓlvuvu Zachariasen skrivar:


Páll stendur undir brúsuni á baðiverilsinum í kjallaranum. Klokkan er um hálvgum níggju, og uppi í køkinum ger kona hansara, Beinta, seg klára at koyra yngsta sonin í skúla. Knappliga kennir Páll eitt ógvusligt trýst fyri bringuni, upp í hálsin og út í armar og bein. Hann kennir tað, sum fær hann ikki luft. Skræðir brúsuforhangið frá, koyrir hurðina og vindeygað upp – og leggur seg síðani á gólvið…


Hósmorgunin 3. oktober 2019 er ein dagur, sum hjúnini Páll og Beinta Hammer í Saltangará ongantíð gloyma. 


Hendan dagin fær Páll ein stóran blóðtøpp í hjartað. 


Ein hending, sum hevur fingið hann at ásanna, hvussu ómetaliga heppin hann er at vera á lívi í dag, og sum hevur fingið hann at gera stórar broytingar í kostinum og at røra seg meira.


Púra óvæntað

Hvørki Páll ella tey, sum kendu hann, høvdu nakran illgruna um, at júst hann fór at fáa blóðtøpp. Hann var 47 ára gamal. Klænur. Blóðtrýst og kolesterol vóru í lagi. Hann hevur ongantíð roykt, og hann rørdi seg og át sunt.


Tí var tað ein ordans hvøkkur, at Páll brádliga small um hendan oktober-dagin fyri tveimum árum síðan.


Páll var heppin, tí sera fá yvirliva ein so stóran blóðtøpp. Heppin at blóðtøppurin ikki kom í flogfarinum dagin eftir, tá hann skuldi vera á veg til Brasil. Og heppin at konan líka fór niður í kjallaran, áðrenn hon koyrdi sonin í skúla.


-Tað var so løgið. Eg kundi tað sama rópt ”Eg fari nú”, men av einari ella aðrari óskiljandi orsøk fór eg niðurundir, greiðir Beinta frá.


Komin niðurundir sær Beinta mannin liggjandi á vesi-gólvinum. Hon rennur til hansara og spyr, hvat feilar. 


Páll vildi ikki hava hana at ringja eftir sjúkrabili.


-Eg skuldi líka vita, um hetta ikki gekk yvir aftur, sigur Páll.


Beinta ringdi kortini beinanvegin 112.


Rann til grannarnar

Beinta ringir eisini til ein granna, men ongin svarar. Síðani loypir hon oman í eini grannahús, men har er ongin inni. Hetta er jú um hálvgum níggju tíðina, og nógv eru farin til arbeiðis. So sær hon ljós í einum øðrum húsum á gøtuni og rennur yvir.


-Eg var hvørki í skóm ella sokkum og minnist, hvussu skervurin prikaði undir iljunum. Eg rópti inn í gongina ”Páll er dottin um. Kann onkur koma!”, og so rann eg avstað aftur, sigur Beinta.


Grannin kemur beinanvegin á staðið. Hin grannin, sum ikki svaraði, ringir nú aftur og kemur so í skundi við einum hjartastartara.


Páll var við fult vit, men støðan bara versnaði. 


-Eg kendi tað, sum ein fílur stóð á bringuni. Eg vildi bara fáa luft. Onkur hevði koyrt eitt handklæði yvir bringuna, men eg vildi hava tað burtur, tí tað kendist sum eitt tons, greiðir Páll frá.


So kom sjúkrabilurin, men Beinta hevði givið boð um, at hann mátti ikki hava sirenurnar frá beint uttan fyri húsini. Sonurin, sum tá var 13 ára gamal, hevur autismu og er viðbrekin. Tey vildu ikki leypa ótta á hann. 


Ambulansufólkini kannaðu Páll og staðfestu beinanvegin, at her var spinnadi galið. Hann mátti flytast á Landssjúkrahúsið í stundini. 


Ein granni fer við Pálli í sjúkrabilin, meðan Beinta koyrir sonin í skúlan í Skálafirði. Ein granni bjóðar sær at koyra sonin, men Beinta heldur tað vera best at koyra sjálv fyri ikki at leypa órógv á sonin. Hon og grannin avtala, at hann koyrir aftanfyri, og gerst Beinta illa fyri, blunkar hon inn til síðuna.


Hjartað steðgar

Ímeðan liggur Páll í sjúkrabilinum sum við ýlandi sirenum og fullari ferð koyrir til Havnar. Tíðin er knøpp, og støðan versnar.


-Eg sansaði, at vit koyrdu gjøgnum Norðskálatunnilin, tí sirenuljóðið broyttist, men á veg frá rundkoyringini og oman til brúnna, fadaði eg spakuliga út.


Tá tey koma til Kollafjarðar, fær Páll hjartasteðg.


Sjúkrabilurin noyðist at steðga við kirkjuna í Kollafirði, tí báðir portørar mugu taka sær av hjartasteðginum. Samstundis senda teir boð til øll neyðsendarakfør í nánd um at fáa onkran at hjálpa til. Ein átaksleiðari er nærhendis og kemur at hjálpa. 


Eftir seks langar minuttir fer hjartað á Pálli aftur at sláa.



-Eg vaknaði við at onkur rópti ”Páll” einar tvær ferðir og spurdi meg um okkurt. Eg lat eyguni upp  og svaraði, men legði meg at sova, tí eg var so heilt óbeskriviliga móður. 


Síðani fór sjúkrabilurin við politieskortu við fullari ferð til Havnar.


Á Landssjúkrahúsinum verður staðfest, at Páll hevur ein stóran blóðtøpp í einari av hjartapulsæðrunum, sum liggur ovarlaga í hjartanum. Tey geva honum trombolysu, har heilivágur sum skal upploysa blóðtøppin, verður sprændur í æðrarnar. 


Men viðgerðin munar onki. 


Blóðtøppurin er rimmarfastur. Læknarnir gera tí av at senda Páll til Danmarkar beinanvegin.


Álvarsom eygu

Beinta koyrir við svigarinnuni til Havnar. Tá hon kemur á Landssjúkrahúsið, veit hon ikki av, at Páll fekk hjartasteðg á veg til Havnar. Men hon sær álvaran í eygunum á øllum. Foreldrini hjá Pálli og beiggi hansara eru har, tí mitt í øllum rokanum náddi Beinta at ringja og siga, at Páll var á veg til Havnar í sjúkrabili. 


-Ein av læknunum kom yvir og tók um meg. Eg sá á henni, at hetta var sera álvarsamt, sigur Beinta.


Tá hon fer inn á sjúkrastovuna til Páll, er tað fyrsta hann sigur ”Koyrdi tú Petur í skúla?”. 


Onki flogfar er tøkt á flogvøllinum í Vágum júst hesa løtuna. Roynt verður at fáa eitt leiguflogfar hendanvegin, men niðurstøðan er, at skjótasta loysnin er at fáa Páll til Danmarkar við rutuflogfarinum seinnapartin.


Ein lækni, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og systirdóttir Beintu, sum er lækni, fara við honum. 


Beinta er eftir hjá Peturi og dóttrini, Jóhonnu. Eins og beiggin hevur Jóhanna eisini autismu, og tí ber ikki til hjá Beintu at fara avstað.


Tað seinasta, Páll sigur við Beintu, áðrenn sjúkrabilurin fer við honum, er ”vit síggjast”.


-Eg royndi ordiliga at hefta meg við hetta ”vit síggjast”, sigur Beinta.


Ballón og stent

Elsti sonurin, Magnus Pauli, hevði føðingardag hendan dagin. 


Hann býr í Århus, har hann lærir til flogskipara. Uppgávan var nú at fortelja honum, at Páll var á veg á Ríkissjúkrahúsið. Eftir at hava ynskt honum til lukku, greiddi Beinta honum róliga frá, at pápin hevði fingið blóðtøpp og var á veg til Danmarkar við flogfari. Og sonurin fór beina leið til Keypmannahavnar.


Páll kom til Danmarkar um 18-tíðina, og klokkan 22 varð hann lagdur undir skurð. Skurðviðgerðin tók ein tíma. Hann fekk eina ballónvíðkan, og stentur varð lagdur í æðrina, har trongin var. Við trýstinum frá ballónini varð blóðtøppurin trýstur út í síðuna á æðrini, og blóðið kundi renna frítt aftur.


Páll skuldi so taka heilivág í eitt ár fyri at upploysa restirnar av blóðtøppinum, og fyri ikki at fáa blóðtøpp í stentin.


Gekk sum ein 100 ára gamal

Longu fimm dagar eftir skurðviðgerðina varð Páll útskrivaður av Ríkissjúkrahúsinum og kundi fara heim til Føroya. Fyrst gekk leiðin á Hvíldarheimið Naina, har hann var í tvær vikur. Og tað hevði hann brúk fyri.


-Eg orkaði púra onki. Eg fór út at ganga í viðarlundini og gekk sum ein 100 ára gamal. Setti eg ferðina upp, trýsti tað upp í hálsin. Eg plagdi at ganga 20 minuttir spakuliga, og so mátti eg sova í tveir tímar. Og so fór eg aftur at ganga, tá ið eg hevði sovið. Eg hugsaði, at um eg bara leggi meg, so eri eg ferdigur, sigur Páll.


Páll og Beinta vóru ómetaliga takksom fyri, at Páll yvirlivdi. Læknarnir greiddu frá, at bert 10% av teimum, sum fáa ein tílíkan blóðtøpp, yvirliva. Og ein stórur partur av teimum, sum yvirliva, koma ongantíð til arbeiðis aftur.


Nú Páll var millum tey heppnu, hevði ongin teirra ímyndað sær, at blóðtøppurin skuldi hava meira ávirkan á teirra lív. Tey høvdu væntað, at tá ið Páll hevði fingið vant seg upp aftur, so fór lívið at koyra júst sum frammanundan. 


Ein samrøða við læknarnar gjørdi greitt, at hjartað hevði fingið varandi mein, og at Páll fór at vera hjartasjúklingur alt lívið.


Frísk fólk hava eina pumpufunktión í hjartanum, sum kallast 60%, men hjá Pálli er pumpufunktiónin 40-45%, tí hjarta hansara hevur fingið skaða av blóðtøppinum. Tí skal hann taka heilivág alt lívið. 


Skaðin á hjartanum hevur eisini við sær, at Páll summar dagar kennir seg sera móðan og hevur brúk fyri at hvíla seg. 


Aftur til skips

Páll var skipari á einum norskum seismikkskipi, tá lívið tók eina vend fyri tveimum árum síðan. Hann sigldi í fjarskotnum londum m.a. Brasil og India. 


Eitt ár eftir blóðtøppin kendi Páll seg so mikið væl fyri, at hann kundi fara aftur til sjós. Tá var skipið, hann sigldi við, lagt sum avleiðing av koronafarsóttini og lækkaðu oljuprísunum.


Hann hevur avloyst sum yvirstýrimaður á farmaskipi í Norðsjónum, og hetta gekk væl. Hann fær arbeitt alt, men onkuntíð kemur møðin sum eitt skot. Tá syrgir hann fyri at hvíla.


Hann kennir seg tryggari at sigla í Norðsjónum, tí har ber til at fáa tyrlu út til skipið, um okkurt skuldi borist á. 


-Eg ætli mær ikki at sigla yvir um Kyrrahavið aftur, tí har er ongin kjansur at fáa tyrlu út hagar, sigur Páll.


Ongantíð bangin

Páll sigur, at hann var ongantíð bangin, meðan hann lá við blóðtøppinum.


-Ikki eina løtu. Eg hugsaði ikki eitt sekund um, at eg kundi doyggja. Sera løgið, men eg hugsi at orsøkin er, at eg hevði so nógva pínu, sigur hann.


Tað er ikki fyrr enn seinni, at tankarnir um deyðan eru komnir sníkjandi.


-Eg eri blivin nógv meira tilvitaður um, at mann skal doyggja einaferð. Eg havi jú ligið deyður. Eg eri ikki bangin fyri sjálvum deyðanum, men tankin um at doyggja frá børnunum kann vera ræðandi. Tað fyllir mest. Vit hava tvey børn við autismu, sum hava nógv brúk fyri okkum. Eisini tá tey vera 50 ár. Vit eru positiv, men tá eg seti meg at hugsa, so er tað hetta, sum trýstir, sigur Páll.


Ógvusliga hendingin hevur gjørt hjúnini meira tilvitað um at liva her og nú.


-Vit liva NÚ. Um 200 ár veit ongin, at vit hava verið her. Vit taka løturnar. Til dømis at sita uttanfyri við einum kaffimunni og njóta løtuna, tá hon er har, sigur Beinta.


Livdi sunt

Hjartasjúka verður ofta sett í samband við at viga ov nógv og ansa illa eftir kroppinum. Páll var ikki vanligi hjartasjúklingurin. Hann livdi helst sunnari enn meðal-føroyingurin viðvíkjandi kosti og rørslu.


Hann gekk nógv í haganum og vandi styrkivenjing. Og hann át nógv grønmeti og royndi at hugsa um kostin í gerandisdegnum. Hann át eisini mat við fiti í – eitt nú kjøt, sós, ost og kakur til føðingardagar – men ansaði sum heild eftir at eta sunt. 


Kolesterolið var ikki alarmerandi høgt. Eitt ár fyri blóðtøppin var hansara kolesteroltal beint oman fyri 5, og tá hann kom á sjúkrahúsið hendan oktoberdagin var tað 4,7 ella 4,8, sigur Páll. 


Nógv undraðust – eisini læknarnir. 


Orsøkin til blóðtøppin hjá Pálli var, at hann hevði ein tronga á einari av teimum trimum hjartapulsæðrunum. Kanningarnar vístu, at tað var bara hesin eini trongin á hjartapulsæðrini. Hinar æðrarnar vóru reinar. 


Læknarnir søgdu við Páll, at tað kann vera ættarbregði ella kanska ein skaði ella virus, sum hevur sett seg júst har.


Broyttir kostvanar

Eftir blóðtøppin broytti Páll kostvanarnar og ger eisini nógv burturúr at venja.


Stutt eftir at hann kom heim av Ríkissjúkrahúsinum byrjaði hann í endurvenjing hjá fysioterapeutunum á Landssjúkrahúsinum, men so kom korona, og venjingin steðgaði eina tíð.


Páll gavst tó ikki so. Hann vandi bara heima ístaðin. Og tað ger hann framvegis. 


Hann venur styrki og gongur so at siga hvønn dag. Bæði í nærumhvørvinum og úti í haganum. Syrgir fyri at ganga brattar brekkur og ganga tær skjótt fyri at fáa pulsin upp. 


Kosturin er eisini broyttur, hóast hann át sunt frammanundan. Tey fingu góða vegleiðing frá einum sjúkrarøktarfrøðingi í hjartarehabiliteringini, og Páll lesur nógv um kost. Hann lesur altíð uttan á matvørunum, hvussu nógv fiti er í. Um nógv mettað fiti er, nertir hann tað ikki.


-Eg fekk at vita, at fiti frá mjólkaúrdráttum so sum mjólk, ostur og rómi er sera ósunn. Eg havi etið ost kanska 10 ferðir síðan blóðtøppin – bara eina hálva flís. Kjøt av seyði, neytum og grísi er heldur ikki gott. Og allar hesar pylsurnar nerti eg ikki. Heldur ikki livurpostei. Nú eti eg nógv meira fisk og minni kjøt. Eti eisini makrel, rogn og egg, sum geva góða kolesterolið. Og nógv grønmeti.


Eisini syrgir Páll fyri at fáa regluligan svøvn og at sova nóg mikið – bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum.


Hóast hann bæði venur og etur sunt, sleppur hann ikki uttan um heilivágin. Hann tekur trý sløg av heilivági: Eitt fyri kolesterol, eitt til at styrkja hjartað og so hjartamagnyl at fyribyrgja blóðtøppi.


Heilivágin sleppur hann ikki av við aftur, og tað hevur Páll góðtikið. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder